Innilig áheitan um at hugsa um hvar bilar verða parkeraðir

Kavarudding (1)

14.03.2023

Nógvi kavin, sum hevur lagt seg seinastu dagarnar, gevur avbjóðingar í ferðsluni og hjá arbeiðsmonnunum sum grava fyri kava. Okkara menn hava grivið í allan dag, og taka eina rundu afturat til kl. 19 í kvøld. So verða teir noyddur at hvíla seg og seta seg í aftur maskinurnar og byrja at grava kl. 5 í morgin árini.

Heitt verður inniliga á fólk, at hugsa seg um hvar bilar verða parkeraðir, og um møguligt, at flyta bilarnar soleiðis at teir ikki forðar fyri og at tað er atkomuligt hjá okkara monnum at koma til at grava kavan burtur.

Tað eru vánalig koyrilíkindi í kvøld, tí verður heitt á fólk um at koyra minst møguligt.

Bjarni Prior,

borgarstjóri