Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna

IRF Kunning Innsavning

13.03.2023

Húsarhaldsposar verða heintaðir í dag, men væntast kann, at nógvir posar standa eftir, um vegirnir ikki eru grivnir, um leiðin til ruskstativið ikki er ruddað fyri kava ella um stativið ikki fæst upp.

Verður tín posi ikki heintaður, kanst tú seta tveir gráar posar út í komandi viku, ella tú kanst fara á kommunala endurnýtsluplássið við posanum hesa vikuna.

Vegna veður kann væntast, at innsavningararbeiðið verður nógv tarnað alla hesa vikuna. Vit vóna, at tit halda okkum til góðar og vísa starvsfólki okkara tolsemi.