24.12.2023
Samstarvsnevndin fyri Barnaverndartænastuna í Vágum hevur sett Jenny Petersen í starv sum leiðari fyri barnaverndartænastuna. Jenny er útbúgvin sosialráðgevi og hevur hon fakliga drúgvar royndir og nógva vitan á økinum. Síðan 2006 hevur hon verið í starvið sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni á Skálafjørðinum og síðan 2021 verið leiðari har.
Sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna kemur Jenny at mynda leiðsluna og, saman við starvsfólkunum, tað sosialfakliga og fyrisitingarliga partin sum skal framtíðartryggja menningina og tænastustøðið fyri økið. Harumframt kemur Jenny at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini “Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.
Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndarumsitingin er skipað sum sjálvstøðug eind við leiðara, ið hevur ábyrgd av fakligu, starvsfólkligu- og umsitingarligu leiðsluni. Leiðarin vísir til forkvinnuna og er skrivari í samstarvsnevndini fyri Barnaverndartænastuna og hevur starvsstað í Vága kommunu.
Jenny Petersen byrjar í starvinum týsdagin 2. januar 2024.