18.12.2024
Hóskvøldið 19. desember kemur Jólaskipið Heimdal, og verður at síggja úti á vágni frá áleið kl. 17.30. Fyrst verður siglt inn á Sandavág uml. kl. 17.45 og síðan inn á Miðvág, har lagt verður at við úti á bátahylinum kl. 18:00 og umborð eru serligir gestir við; nemliga jólamenninir.
Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini.
Vit fara at ganga heim í miðstaðarøkið við viðarlundina, har kommunan og MB bjóða heitt kakao og bollar, og Tummas Heri, Lyon og Terji seta dám á við jólatónleiki.
Tiltakið er ókeypis.
Vónandi koma nógv børn og vaksin at taka ímóti jólamonnunum.
Gleðilig jól øll somul!
GG!
Kunning til allar hunda eigarar:
Okkurt fýrverk verður hóskvøldið, bæði í Sandavági og í Miðvági ímeðan Heimdal siglir inn.