Kunning frá Heimatænastuni í Vágum

16.03.2020

Hesi tiltøk eru galdandi komandi tvær vikurnar.

 

Búplássini á Heiminum á Sýnini

Fyri at verja okkara eldru borgarar, verður stongt fyri vitjandi.

Í serligum førum kann avtala gerast við deildarleiðaran.

Umlætting

Vit taka ikki nýggjar borgarar inn til umlætting.

Fimleikur og venjingar sum heild

Vit avlýsa allan fimleik og allar venjingar.

Døgurðaskipan til heimabúgvandi pensionistar

Døgurðin koyrdur út sum vanligt.

Men - fyri at minka um smittuvegir av Corona virus, verður døgurðin bert settur inn í gongina hjá borgarunum. Hetta er galdandi frá mánadegnum 16. mars 2020.

Teir borgarar, sum plaga at fáa døgurða í vikuskiftinum, fáa hann sum vanligt frá heimahjálpini.

Heimasjúkrarøkt og heimahjálp

Allir borgarar, sum fáa tænastu frá okkum, verða bidnir um at fylgja tilmælum viðvíkjandi hond reinføri.

Starvsfólk okkara hava vegleiðing heim við til teir borgarar, sum fáa vitjan av heimahjálp og/ella heimasjúkrarøktarfrøðingi. Eisini sæst henda vegleiðing á heimasíðunum hjá kommununum: vaga.fo og sorvag.fo.

Avvarðandi

Í sambandi við heimahjálp og heimasjúkrarøkt verður kannað, í hvønn mun avvarðandi kunnu átaka sær uppgávur, sum í dag verða veittar av heimahjálp ella heimasjúkrarøkt. Hetta fyri at avmarka tal av vitjanum heima hjá borgaranum, og harvið avmarka smittuváðan.

Ivanshús

Húsið hevur tillagað virksemi og er ikki opið sum vanligt. Allir borgarar, sum eru í vandabólkinum, hava fingið boð um at verða heima.

Terapeutar

Hesir koma ikki út til borgarar at veita tænastu.

Fyrisitingin Heimatænastan í Vágum.

Hava tit spurningar til fyrisitingina, eru tit vælkomin at venda tykkum til okkara við telduposti htv@htv.fo ella við at ringja á tlf. 79 32 00.

Vit fylgja gjølla við støðuni. Verður neyðugt við broytingum í tiltøkunum, verður kunnað um hetta.

Tiltøkini verða endurskoðað um tvær vikur.

Jóngerð M. Nielsen
Leiðari Heimatænastan í Vágum

  

HUGSIÐ ALLATÍÐ UM AT VASKA HENDURNAR OG SPRITTA!!!