01.07.2024
Hjá IRF verður enn arbeitt við at koma upp undan við at hagreiða alt burturkastið, sum hópaði seg upp undir verkfallinum. Í síðstu viku komu vit við eini áheitan á limakommunurnar um at steingja endurvinningarplássini frá fríggjadegnum 21. juni og fyribils eina viku fram.
Tað er neyðugt at leingja hetta tíðarskeiðið eina viku afturat, tí allar móttøkustøðir hjá IRF eru enn fullar. Arbeitt verður av øllum alvi við at koma uppundan.
Eftir hesa áheitan frá IRF, hevur Vága kommuna tikið avgerð um, at umhvørvisplássið er stongt hesa vikuna afturat. Avgerðin er tikin av tí orsøk at bingjurnar eru fullar og tað av somu orsøk ikki er møguligt at taka ímóti meira burturkasti frá húsarhaldunum í kommununi.