Kunning um vinnuøki í grótbrotinum í Sandavági

IMG 3260

Grótbrotið liggur væl fyri í økinum við landsvegin.

14.02.2023

Vága kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at skipa grótbrotið í Sandavági sum vinnuøki. Áhugin millum vinnurekandi fyri hesum økinum er stórur. Tí verður boðið til fundar á kommunuskrivstovuni í Sandavági hóskvøldið tann 16. februar kl. 19.00.

Øll vinnurekandi, ið hava áhuga í at reka vinnuligt virksemi út frá grótbrotinum eru vælkomin á fundin, har nærri kunning um hvørjar ætlanir eru á økinum verða lagdar fram.