Landsstýrismaðurin í Fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan

Bjarni Prior Og Dennis Holm

14.03.2024

Í dag, hósdagin 14. mars var Dennis Holm, landsstýrismaður í Fiskivinnu- og samferðslumálum á vitjan í Vága kommunu. Byrjað varð við einum miðmála og framvísing á Fiskastykkinum úti á Gjógv, áðrenn leiðin gekk á kommunuskrivstovuna, har Bjarni Prior, borgarstjóri hevði eina framløgu fyri landsstýrismanninum um ætlanirnar hjá býráðnum í Vága kommunu, og høvdu teir aftaná eitt prát um avbjóðingar og felags áhugamál á samferðsluøkinum.