Leingi er tað, ið væl skal vera

Midvagur

19.04.2024

Verkætlanin at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg er ein gomul verkætlan. Projekteringin er nú liðug, og verður arbeiðið nú boðið út í innbodnari licitatión. Eftir ætlan byrjar arbeiðið at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg móti sumri í 2024. Samstundis verður verkætlanin Tvørgarðsgøta og Húsagarður eisini boðin út.

Verkætlanin við Ápramsvegi er ein 2-1 vegur, sum er uml. 400 metrar langur við eini betongbrúgv tvørtur um Hýsisá. Harumframt verða gjørd nýggj regnvants inntøk á ovarusíðu og gøtuljós verða somuleiðs sett upp á ovarusíðu. 

Tað eru settar 3 millónir av á fíggjarætlani fyri 2024, til arbeiði at knýta Tvørgarðsgøtu við Ápramsveg. Mett verður at arbeiðið fer at taka uml. 10 mánaðir. 

Afturat hesum verkætlanunum, fer borgarstjórin at leggja eitt uppskot fyri býráðið um eina gongubrùgv tvørtur um gamla svimjihylin, sum fer at gera eina trygga farleið frá norðuri á Heiðum inn á Giljanes.