19.06.2024
Í samband við at Mirjam Kjølbro takkaði fyri seg sum leiðari fyri Miðgarð, eftir 18 ár í starvi sum leiðari, fyrst í útibarnagarðinum og síðan barnagarðinum Miðgarði, hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara.
Vága kommuna hevur valt at seta Majbritt Poulsen sum nýggjan leiðara í Miðgarði. Majbritt er 54 ára gomul, búsitandi í Vatnsoyrum. Hon er útbúgvin á skrivstovu, sum námsfrøðingur, umframt akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi.
Majbritt hevur drúgvar royndir á dagstovnaøkinum. Síðan 1998 hevur Majbritt starvast sum hjálparfólk, dagrøktari, námsfrøðingur, leiðari fyri dagrøktina í Miðvági, og seinastu 13 árini hevur hon verið varaleiðari í Miðgarði.
Sum leiðari í Miðgarði kemur Majbritt at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu, og teimum verkætlanum sum eru ígongd á stovnsøkinum fyri kommununa. Eisini verður tætt samband og samstarv við leiðsluna í Sóljugarði, við tí endamáli at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barnagarðsøkið í Vága kommunu, í samsvar við Visjón 2032 fyri kommununa. Harumframt kemur Majbritt at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini ”Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.
Í Miðgarði ganga 122 børn, har eru 4 vøggustovur, 3, barnagarðsstovur, ein stova til tey 6 ára gomlu og ein serstova.
Majbritt Poulsen tekur við starvinum sum leiðari frá 1. august 2024.