08.04.2021
Í góða kavaveðrinum í gjár, var Mentanar- og trivnaðarnevndin hjá Vága kommunu á vitjan á barna- og ungdómsstovnunum í kommununi.
Í Mentanar- og trivnaðarnevndini sita Rósa Samuelsen, forkvinna, Tordis Dam Johansen, Ásla Leila B. Johansen, Jónhard Selfoss og Herborg H. Gaardlykke. Harumframt vóru Bjarni Prior, borgarstjóri og Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri við á rundferðini. Vitjað varð í Sóljugarði, Miðgarði, Smílikulluni og Skúlanum á Giljanesi.
Vitjað varð fyrst á Sóljugarði í Sandavági. Her ganga 97 børn og arbeiða 40 starvsfólk, íroknað avloysarar og stuðlar. Helena Skarðenni, leiðari og Mai Halla Prior, varðaleiðari á Sóljugarði tóku ímóti gestunum og greiddu frá arbeiðinum á stovninum. Síðan var ein framvísing av hølunum, har heilsa varð uppá børn og starvsfólk. Sóljugarður heldir til í fýra ymiskum hølum. Ein lon við tveimum vøggustovu stovum, høvðusbygningurin við einari vøggustovu og 4 barnagarðsstovum, í fyrrverandi banka bygninginum við einari stovu við eldri børnum. Harafturat verður lofti í gamla SÍF húsinum brúkt nakrar tímar um vikuna.
Síðan gekk leiðin inn á Nes at vitja á Skúlanum á Giljanesi. Fyri fáum døgum síðan, vóru 60 ár liðin síðan skúlin varð vígdur sum tann fyrsti felagsskúlin í Føroyum. Skúlin á Giljanesi er ein tvísporaður skúli. Í barnaskúlanum í Miðvági ganga børnini í 1. og 2. flokki, og á Giljanesi eru 3. til 10. flokk. Tilsamans 316 næmingar ganga á Skúlanum á Giljanesi og har starvast uml. 50 starvsfólk. Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, Signy A. Hermansen og Finnur Joen-Jacobsen greiddu frá um arbeiðið á skúlanum og hvørji amboð verða nýtt í undirvísingini. Serliga varð dentur lagdur á hvussu væl skúlin er fyri við starvsfólki og amboðum á serøkinum.
Eftir døgurða gekk leiðin at vitja í Miðgarði í Miðvági. Í Miðgarði ganga 105 børn og her arbeiða 46 starvsfólk, íroknað avloysarar og stuðlar. Mirjam Kjølbro, leiðari tók ímóti og vísti runt ímeðan hon greiddi frá um hendan stóra stovnin. Barnagarðurin er forholdsvís nýggjur, varð tikin í brúk 1. oktober í 2011 og hevur 11 vøggu- og barnagarðsstovur.
Seinasta vitjanin á skránni var í Smílikulluni, sum heldir til í Gamla skúla niðri á Tormansbakka í Miðvági. Virkandi leiðarin, Dorthea Højgaard Dam tók ímóti úti í garðinum, har børnini spældu í kavanum, ímeðan tey fingu heita suppu, heimagjørt nan breyð, og hugnaðu sær við royndini at gera slush ís úr kava og saft. Dorthea greiddi frá um arbeiðið hjá Smílikulluni og um fjølbroytta starvsfólkahópin ið leggur stóran dent á at arbeiða kreativt við børnunum og teirra eginleikar at síggja loysnir í øllum. Hølini eru gomul og smá. Tað eru 60 børn tilmeldaði frítíðarskúlan, men við stóra fría uttandurða umhvørvinum, sum spælipláss hjá børnunum, við sandin og vøllin, duga tey at gagnýta karmarnar til fulnar.
Eftir rundferðina var Mentanar- og trivnaðarnevndin samd um, at vit hava nakrar stovnar á barna- og ungdómsøkinum sum eru í serflokki. Hendan heiður eiga starvsfólkini. Dygdirnar og umsorganin hjá starvsfólkunum, teirra eginleikar at síggja og finna loysnir, og ágrýtni at tryggja eitt høgt námsfrøðiligt- og undirvísingar støði, ger at vit eiga so góðar stovnar í Vága kommunu.