Miðgarður verður 10 ár

Miðgarður

23.09.2021

Nýggi barnagarðurin í Miðvági lat upp 8. august 2011, og fekk navnið Miðgarður á almennari móttøku 1. oktober 2011.

Handan navnið Miðgarður liggur, at stovnurin liggur á miðjari oyggj. Hann hevur eitt livandi torg/garð í miðjuni. Og so er Miðgarður eitt søguligt navn úr gomlu norrønu gudalæruni.

Navnið er ævintýrkent og talar til hugflogið. Í fluttari merking, kann orðið garður skiljast sum "vernd, tryggleiki, barnatrygd, og samanhald".

Stovunøvnini eru uppkallaði eftir teimum gomlu býlingunum í Miðvági og umframt nøkrum nýggjari býlingum. Litirnir í búmerkinum vísir somuleiðis til norrønu gudalæruna har ælabogin Bifrost er brúgvin, sum gongur frá Ásgarði har gudarnir búgva til Miðgarð har menniskjuni búgva.

Ælabogin ímyndar eisini ymisleikan ímillum børnini og at øll hava sama virði er umboðandi í virkisætlanini á stovninum. Hetta verður temaið í føðingardegnum.

Í samband við 10 ára dagin skipar Miðgarður fyri stórslignum hátíðarhaldi alla vikuna. Umframt at ymiskir stovnar og onnur eru boðin á vitjan, verður eisini opið hús mikudagin 29. september kl. 15.00. Tá er møguligt hjá øllum at síggja stovnin.

Skráin fyri opið hús:

mikudagin 29. Sept. Kl. 15:00,

við nýggja pallin á spæliplássinum í Stóragarði

Sangkórið Sangfuglar framførur

Leiðarin bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð.

Borgarstjórin heldur røðu.

Stine Jakobsen, námsfrøðingur greiður frá bókstavayrkingunum.

Framsýning av bókstavayrkingunum í gongini.

Drekkamunnur er at fáa í stóra køki