Mikudagin 11. august verður Skúlin á Giljanesi karmur um koppsetingarstað.

Koppseting

06.08.2021

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið gera nú eitt felags átak, at bjóða øllum borgarum í Vágum, ið ynskja tað, at verða koppsett móti covid-19 her vestri. Hetta er ein royndarverkætlan sum, alt eftir úrsliti, kann vera við til at líknandi verkætlanir verða gjørdar runt um í landinum. Nokk av koppingarevni er í landinum, og nýggj vitan um hvussu koppingarevnið skal handfarast ger, at tað er lættari at fara runt um í landinum at koppseta. 

Sjúkrahúsverkið hevur ætlan um at fara til Mykinesar, og aðrar útoyggjar, at koppseta, men nærri kunning kemur seinni um nær tað verður.

Ynski hjá kommununum í Vágum er, at viðvirka til at uppbyggja eina lokala flokksverju ímóti covid-19.

  • Vit vilja verja borgarar í Vágum, ímóti at gerast sjúk av covid-19.
  • Vit hava tørv á, at verja fyritøkur og stovnar ímóti einum áhaldandi vanda, at starvsfólk skulu í sóttarhald, nakað sum ferð aftaná ferð tarnar tí dagliga virkseminum á stovnum og fyritøkum.
  • Vit vilja gera okkara til, fyri at uppbyggja eina flokksverju í Føroyum.

Skúlin á Giljanesi verður karmur um koppsetingarstað. Har eru fleiri inn- og útgongdir, hølir til bíðirúm, hølir til starvsfólk og útgerð, góðar parkeringsumstøður, umframt at staðið liggur sentralt.

Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett. Tey sum hava fingið fyrsta prikið, og hava fingið tíð til 2. koppseting, men ynskja at verða koppsett í Vágum, hava eisini møguleika fyri tí. Tað er tó sera týdningarmikið at avlýsa tí tíðina og bíleggja eina nýggja tíð. Tað mugu ganga í minsta lagi 21 dagar frá fyrstu koppseting til 2. prik.

Nú kunnu somuleiðis ung millum 12 og 15 ár koppsetast, tó skulu tey sum eru yngri enn 15 ár hava fylgjara við, og barnakonur og kvinnur ið geva bróst, kunnu eisini koppsetast.

Koppseting kann bíleggjast við at klikkja á HER.

Støkk inn koppseting

Góða undirtøkan fyri støkk inn koppseting ger, at hetta somuleiðs verður ein møguleiki í Vágum. Støkk inn koppsetingar verða gjørdar frá kl. 14.00 til 15.00. Tá er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.

Tað hevur stóran týdning, fyri tey ið hava fingið fyrra prikið, at hava gula koppsetingarkortið við.

Vága og Sørvágs kommunur hava eitt stórt ynski um at geva øllum borgarum í Vágum frælsi aftur, so møguligt er at skipa fyri bygdatiltøkum, ítróttarvirksemi, privatum veitslum, starvsfólkaútferðum og øðrum, ið vit øll so leingi hava útsett.

Kommunurnar ynskja at takka Sjúkrahúsverkinum fyri eitt avbera gott samstarv í hesum málinum. Við at geva teimum ið ynskja at verða koppsett møguleikan fyri tí her vestri, vóna vit at fleiri taka av møguleikanum.

Eru ivamál um staðseting ella bílegging, so kann ringjast til Sølva Simonarson hjá Vága kommunu á tlf. 267549.