17.12.2021
Aftaná teir høvdu verið við til jólatræðtendringina í kommununi og tá góvu børnunum pakkar, so sigldi Heimdal jólamennirnar til Norðurpólin, har teir enn hava nógv at gera við at framleiða fleiri jólapakkar til jóla. Men jólamenninir gjørdu eina avtalu við Heimdal, um at koma aftur eftir teimum, so teir kundu koma aftur at heilsa uppá børnini í Vága kommunu áðrenn jól og geva teimum ein pakka.
Bjarni borgmeistari hevur tosað við skiparan á Heimdal, og hann sigur at teir væntandi koma inn á Sandavág sunnudagin uml. kl. 16.45. Hóast Bjarni borgmeistari sigur seg ikki vera so jólaligan, so gleðir hann seg sum ein lítil smádrongur til at síggja Heimdal jólaskrýddan og fullan av jólamonnum koma siglandi inn á vágna, so teir kunnu gleða børnini í Vága kommunu.
Heimdal fer at sigla inn á Sandavág og fram við sandinum har, og fer so víðari inn á Miðvág, har Heimdal leggur at í bátahylinum í Miðvági uml. kl. 17.15, og so fer ein bilur hjá sløkkiliðinum at koyra jólamennirnar heim til vøllin, har børnini so kunnu koma og heilsa uppá teir. Umframt at børnini fáa pakka frá jólamonnunum, so verður eisini ókeypis kaffi og kaka at drekka, sum MB stendur fyri, og Tummars Heri og Co. fara at hugna um við eitt sindur av jólatónleiki.
Vit ynskja at halda tilmælini, vøllurin er stórur so tað ræður um ikki at samlast ov nógv saman og halda frástøðu.