29.11.2022
Í samband við løgtingsvalið tann 8. desember, er møguligt at greiða brævatkvøðu á kommunuskrivstovuni gerandisdagar millum kl. 10.00 til kl. 12.00 og 13.00 til 15.00.
Stórur áhugi er fyri at greiða brævatkvøðu, og tí verður eisini møguligt at greiða brævatkvøðu til løgtingsvalið mánakvøldið frá kl. 17.00 til 19.00.
Seinasti dagur at greiða brævatkvøðu er mikudagin 7. desember til kl. 15.00.
Á sjálvum valdegnum verður valstaðið til løgtingsvalið inni á Skúlanum á Giljanesi.