Mynd frá FaroeChess
28.03.2023
Eftir at hava vunnið allar dystirnar í liðkappingini, uttan tann seinasta, stóð á jøvnum millum liðini á 1. plássi, og tískil mátti umdystur til, fyri at finna endaligu vinnararnar. Umdystin, sum var kviktalv á 10 min hvør + 5 sek. pr. leik, vunnu sandavágsmenn 3-1 og stóð Sandavágs Talvfelag eftir sum føroyameistarar.
Í hesum sambandið, skipar Sandavágs Talvfelag fyri móttøku mikukvøldið 29. mars 2023 kl. 19.30 í Virkishúsinum, har bjóða verður kaffi, te og sunkist, umframt okkurt gott afturvið. Borgarstjórin sigur nøkur orð og Hans Ravnsfjall kemur at spæla nøkur løg.