18.12.2022
Liggjandi kavin, og veðurlíkindini næsta døgnið, skapa avbjóðingar fyri kavaruddarunum í kommununi. Okkara menn hava verið úti og grivið síðan kl. 5 í morgun, og teir halda fram til kl. 20 í kvøld.
Eins og Løgreglan og Landsverk, mæla vit frá óneyðugari koyring. Nógvir bilar standa fastir, og gevur hetta óneyðugar og stórar trupulleikar fyri teir sum standa fyri kavaruddingini, at skula fáa bilar leysar aftur, og teir sleppa ikki til soleiðis at teir fáa grivið ordiligt, tí bilar standa í vegin.
Byrjað verður aftur við kavarudding kl. 5 í morgin árini. Tað verður allarhelst ikki lætt, og heitt verður á borgarar um at hava tol við monnunum hjá okkum, teir gera alt tað teir eru mentir. Allar tøkar maskinur og fólk fara til verka í morgin tíðliga.
Roknast kann við nógvum vindi og at tað verður alsamt meira hált fyrrapartin í morgin. So verði ansin i ferðsluni og tey sum eru til gongu.