Norðhús og Seve byggja fimm íbúðir í Sandavági fyri Bústaðir

Íbúðir Í Sandavági

23.03.2022

Tíðindaskriv frá Bústaðir: Bústaðir hava gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um at byggja fimm íbúðir í Sandavági. Talan er um bygging í einari hædd á einum grundøki á umleið 2000 fermetrar á Steigabrekku 24. Jákup á Stongum, arkitektur, hevur gjørt upprunaligu tekningarnar fyri byggingina.

Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.

Farið verður undir verkætlanina í næstum. Mett verður, at liðugt er at byggja seint í heyst. Tá íbúðirnar eru lidnar, verða tær bodnar til leigu til tey, sum eru á bíðilista hjá Bústøðum.

Hetta er triðja byggingin hjá Bústøðum í Vágum. Frammanundan hava Bústaðir 10 íbúðir í Sørvági - fimm íbúðir á Garðsvegi, sum vórðu bygdar í 2015, og fimm íbúðir Undir Bólheyggi, sum vórðu lidnar í fjør.