Eggaba Andreasen frá Grevstur og planering og Bjarni Prior, borgarstjóri
18.07.2024
Verkætlanin at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsveg er ein gomul verkætlan, men nú verður arbeiðið sett í gongd. Sáttmáli varð í dag undirskrivaður á býráðsskrivstovuni millum Vága kommunu og fyritøkuna Grevstur og planering v/Eggaba Andreasen.
Verkætlanin við Ápramsvegi er ein 2-1 vegur, sum er uml. 400 metrar langur við eini betongbrúgv tvørtur um Hýsisá. Harumframt verða gjørd nýggj regnvatns inntøk á ovaru síðu og gøtuljós verða somuleiðis sett upp á ovaru síðu. Harafturat verður gøta gjørd inn til Húsagarð.
Tað eru settar 3 milliónir av á fíggjarætlanini fyri 2024, til arbeiðið, at knýta Tvørgarðsgøtu við Ápramsveg. Mett verður at arbeiðið fer at taka uml. 10 mánaðir.