10.11.2022
Arbeiðir tú við einum ferðavinnuhugskoti ella hevur tú eina ferðavinnufyritøku og ynskir at brynja hana til komandi ferðavinnuár?
So kanst tú søkja um at luttaka í verkætlanini Nýskapan í ferðavinnuni, sum verður í Hugskotinum og á Fiskastykkinum í Sandavági frá 16. januar til 3. mars 2023, har tú fært møguleika at arbeiða miðvíst við tínum hugskoti ella tínari fyritøku í seks vikur. Umsóknarfreistin er til og við sunnudagin 27. november.
Nýskapan í ferðavinnuni er skipað sum ein íverksetaradíkjari, á enskum nevnt “startup accelerator programme”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari merkir, at verulig ferð verður sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanirnar fáa seks skraddaraseymaðar vikur við ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum og sparring við fremstu serfrøðini innan ferðavinnu. Luttakararnir fáa harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.
Endamálið við Nýskapan í ferðavinnuni er at eggja íverksetarar til nýhugsan á ferðavinnuøkinum og at stuðla menningini av fyritøkum, ið reka ferðavinnuvirksemi. Umframt at menna eitt burðardygt ferðavinnugrundarlag, sum skapar virði fyri borgarar og ferðafólk, og at spjaða ferðavinnuna bæði landafrøðiliga og yvir árið.
Nýskapan í ferðavinnuni byrjar 16. januar 2023 og endar við einum forkunnugum tiltakið fríggjadagin 3. mars. Málbólkurin er bæði núverandi ferðavinnufyritøkur, ið ynskja at brynja seg til komandi ferðavinnuár, og spírar á íverksetaraøkinum, ið ynskja at byrja ferðavinnuvirksemi.
Ivast tú í, um tín verkætlan lýkur treytirnar ella hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband Hugskotið á hugskotid@torshavn.fo ella tlf 289333.
Øll, sum hava áhuga í at arbeiða við sínum ferðavinnuhugskoti ella -fyritøku, eru vælkomin at søkja um luttøku á hesum leinki: https://forms.office.com/r/C9X9p0WC75
Umsóknarfreistin er til og við sunnudagin 27. november. Avmarkað pláss.
Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað undir menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni. Hesaferð verður skipað fyri átakinum saman við Visti Vágar, sum ynskir at menna ferðavinnuna í Vágum og Mykinesi.
Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Vágar