Nýtt ferðavinnukort fyri Vágar og Mykines

Nýtt Vágar Og Mykines Kort

06.10.2021

Nýtt økiskort fyri Vágar og Mykines er útgivið soleiðis, at ferðafólk lættari fáa kunning og vegleiðing.

Á baksíðuni stendur teksttilfar á enskum, sum greiðir frá Vágum og Mykinesi sum ferðamál, umframt leiðreglur um hóskandi atburð.

Kortið er framleitt av Visit Vágar, í tøttum samstarvi við Visit Faroe Islands. Fjallanøvn, staðarnøvn, vegir og skuggakort eru fingin frá Umhvørvisstovuni. Sendistovan hevur staðið fyri uppsetan og grafiska partinum, við tí fyri eygað at gera kortið so mikið vakurt, at ferðafólk fáa hug at goyma tað sum minnislut.

Eitt líknandi Suðuroyarkort kom út fyrr í ár, og talan er sostatt um tað næsta økiskortið av hesum slagnum.

Sambært Visit Vágar hevur eftirspurningur eftir einum korti av økinum verið rættiliga stórur. Kortini eru ókeypis og tøk á Vága floghavn og í kunningarstovum kring landið umframt bensinstøðunum og kommunuskrivstovunum í Vágum. Ferðavinnuveitarar kunnu eisini fáa fatur á eintøkum við at venda sær til Visit Vágar.