Mynd: Óttar Guttesen, Jógvan Elias Olsen og Bjarni Prior, borgarstjóri
09.12.2022
Vit hava seinastu tíðina sæð Óttar Guttesen, arbeiðsmann hjá kommununi, koyra við einum lítlum fittum el skutara. Vága kommuna ognaði sær fyri tíð síðan ein el skutara við eini last aftan. Hetta lættir nógv um arbeiðið hjá Óttari. Hann kemur skjótari fram og runt um í kommununi, hann fær tikið meir rusk heim við sær og sleppur undan at bera teir ofta tungu sekkirnar.
Navnakapping varð útskrivað, og nógv uppskot um nøvn til skutaran hjá Óttar komu inn. Ein dómsnevnd, við Óttari, borgarstjóranum og Lilju, arkitekti og málsviðgerði á teknisku deild, valdu út nøvn millum tey mongu uppskotini, inntil tey komu ásamt um eitt navn sum tey øll vóru samd um, og tað var 8R. Uppskotið til navnið átti Jógvan Elias Olsen.
Navnið 8R sipar til Óttar sum stýrir skutarinum, men samstundis gevur navnið 8R eisini ávísingar til robottarnar ella tólmennini í filmunum StarWars har tólmennini R2-D2 og C-3PO hava ein týdningarmiklan leiklut í filmunum.
Navn og logo er nú sett á skutaran, og vinningurin fyri uppskotið til navn er latin til Jógvan Elias. Dómsnevndin valdi at leggja orðið Reinhald afturat navninum á skutarinum.
Takk til øll tykkum sum sendu inn uppskot.