26.11.2021
Nú eru 3 vikur síðan Vága kommuna, í samstarv við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, byrjaðu eina lokala potingarstøð í Vágum. Tað hevur gingið væl, og í løtuni eru tølini fyri tal av smittaðum í Vágum seinastu 14 dagarnar niðurgangandi og tað sama tali á teimum sum lata seg pota.
Fylgt verður áhaldandi við gongdini í lokalsamfelagnum, og tekur ein støða seg upp har tørvur er á, í skjótari handavending, at lata potingarstøðina upp aftur, so hava vit møguleikan fyri tí – skuldi eitt útbrot komi í einum barnagarði ella skúlaflokki o.l.
Mælt verður til at brúka tær almennu kanningarstøðirnar, ið hava opið í vikuskiftinum.
Avgerð verður tikin mánadagin, um vit skulu halda fram við potingarstøðini, um tørvurin er har, gerandisdagar. Um kanning verður aftur týsdagin, verður lýst við tí áðrenn døgurða mánadagin.