13.12.2021
Býráðið hevur valt at raðfesta keiøkið og bátahylin í fíggjarætlanini fyri 2022. Tað hevur verið frammi í longri tíð, og verður nú raðfest.
Fyrr í ár vórðu pullartarnir skiftir, fyri at betra um viðurskiftini tá skip leggja til, og stutt eftir vórðu nýggir fendarir keyptir, so tey størru skipini kundu liggja betri. Ljósviðurskiftini hava verið, og eru partvís enn, vánalig. Men nú eru ljósini fram við flakavirkinum skift, og arbeiðið við at betra um ljósviðurskiftini við keikantarnar heldir fram.
Víðkað verður um bátahylin soleiðis, at pláss verður fyri 16 bátum afturat. Bátahylurin hevur leingi verið trongur, og fleiri bátar hava mangla pláss. Arbeiðið við at víðka um hylin vil eisini frígeva nøkur pláss. Somuleiðis verða streym úrtøkini við brúgvarnar skift, og onnur streym viðurskifti verða eftirhugd.
Fjálga um sjálvbodna arbeiðið
Í nógv ár hevur Vága bjargingarfelag við bátinum Sverra og einum liði av ótroyttiligum sjálvbodnum fólki staði fyri trygdini hjá okkara sjófarandi fólki.
Býráðið hevur eitt ynski um at veita hesum felagsskapi og fólki betri og virðiligari umstøður til teirra arbeiði. Tí verða ætlanir nú lagdar, saman við fólki frá bjargingarfelagnum, hvussu vit á bestan hátt kunnu skapa teimum bestu umstøður í kommununi.
Millum annað er ætlan um at leggja eina flótibrúgv har Sverri kann leggja at, og hava eina trygga landgongd.
Stórt rós til Vinnu og havnanevndina, sum saman við havnaumsjónarmanninum javnt og stútt arbeiða fyri, at fremja tær ábøtur sum skulu gerast, og skynsamt javna íløgurnar út yvir næstu árini, so vit kunnu koma á mál.
Alt kemur ikki í senn, men vit seta gongd á og byrja í smáum.
Bjarni Prior,
borgarstjóri