Reisigildi í Sandavági í dag

Reisigildi Á Steig.Jpg

Mynd: Hans Edmund Josephsen, Norðhús, Allan T. Skaalum, Bústaðir og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri.

08.07.2022

Á middegi í dag var reisigildi á Steig í Sandavági, har Bústaðir, saman við Seve og Norðhús byggja fimm íbúðir. Arbeiðið hevur gingið skjótt og verður eftir ætlan handað síðst í oktober 2022.

Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.

Bjarni Prior, borgarstjóri er farin í summarfrí, og tí var varaborgarstjórin Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri, møttur til reisigildið á Steig í dag. Bjarni Prior, borgarstjóri verður aftur aftur 1. august, og inntil tá røkir Albert Ellefsen uppgávurnar hjá borgarstjóranum.