16.10.2023
Góði landsstýrismaður, góði borgarstjóri, góðu tit øll
Tá eg á heystið, fyri júst 14 árum síðani, valdi at stilla upp til kommunuvalið, hjá nýggju Vága kommunu, fór eg til svigerinnuna at biðja um hennara stemmu, og tosað um skúlaviðurskiftir millum annað. Eg tosaði við hana um nýggja skúla. “Hey hann sjálvur, hvat tvætlar tú um nýggjan skúla? Klárar tú at skaffa mær eitt nýtt vesi skal eg velja teg” lat í henni.
Nú 14 ár seinni standa vit her, við umleið 3.100 fermetrum av nýggjum skúla.
Skúlin er mítt hjartabarn!
Alt byrjaði av tilvild, hóast vit sum vórðu vald í 2008 at umboða okkara nýggju kommunu, vóru klár yvir at okkurt mátti gerast. Søgan er drúgv.
Hendan verkætlanin við 2.byggistigi fór í gongd í apríl 2018 – í bygginevndina vórðu valdir Albert Ó. Ellefsen, Dagbjørn Hansen og Jóhannis Joensen. Harumframt varð ein fylgibólkur valdur umboðandi lærarar og skúlastýrið. Aftaná valið í 2019 stillaði Jóhannis Joensen ikki upp aftur, og í hansara stað kom Jónhard Selfoss.
Stórur dentur varð lagdur á, at brúkarin var við frá byrjan.
Fyrsta tekningin til 2.byggistig var liðug í november 2019. Í mars 2020 steðgar alt upp orsakað av farstóttini. Í mai 2020 hevði eg ein óformligan fund við skúlastjóran, vildi ikki góðtaka at alt steðgaði upp.
Hóast kreppu, var tað týdningarmikið at fáa bygt 2.byggistig, tí allar tær vísindaligu og kreativu lærugreinarnar høvdu eingi hølir.
Vit fingu síðani SNA at koma við nýggjum uppskotið innanfyri eina fíggjarrammu, sum býráðið kundi liva við. Tann 15. mai, sendi eg ein teldupost til Eyðdis Hartmann Niclasen, táverandi borgarstjóra, og fráboðaði hvat eg hevði gjørt, sum formaður í bygginevndini. Hon tók væl í móti uppskotinum, og fullførdi ætlanina, sum varð endaliga staðfest av núverandi býráði við Bjarna Prior, borgarstjóra.
Vága kommuna hevur ikki eitt rásarúm, sum sigur at nú fara vit at byggja skúla. Tí mugu tit vilja skúlanum tað besta, hava hetta í huga hvørja ferð ein fíggjarætlan verður løgd, tað má sparast, um fleiri útbyggingar skulu gerast. Í visjónini er skúlin aftur á skrá í 2028 – 2032. Við Bjarna Prior sum borgarstjóra, vænti eg at vit fara at røkka tí málinum.
Eg skal vegna bygginevndina takka øllum teimum, sum hava bygt:
Articon, sum høvuðsarbeiðstakara. Undirveitarar hava verið Thorfinn Nielsen, el, VVS Ove Heinesen vatn, ventilatión og vvs, Signar á Fríðfløtu, máling, Gólvlist, gólv og Inventar Tænastan hevur latið innbúgv. Ein serlig tøkk til tykkum Kem Weihe og Jóhan Sørensen, sum ávikavist byggileiðara og formaður. Tað hevur verið ein fragd at samskifta við tykkum, eisini takka vit fyri blíðskapin, tá vitjað varð á byggiplássinum. Tit hava gjørt eitt vala handverk, til ásettu tíðina.
Eisini farið eg at takka tykkum SNA Arkitektar, og tykkara undirveitarum SMJ og Landsbyggifelagið.
Av tí at eg havi verið við frá byrjan, havi eg havt tætt tilknýti til tykkum hjá SNA Arkitektum, eisini hevur Jón Nordendal hjá LBF verið við frá byrjan. Fyrst og fremst vil eg takka tær Selmar Nielsen, vit hava samskifta nógv og væl øll hesi árini. Hóast onkra ósemju, so er virðingin fyri tær enn tann sama. Eisini farið at takka tær Bjarna Justinussen fyri gott og gevandi samarbeiðið, við hjálp frá Andreas Roel Joensen. Fyrra byggistig teknaði Gisli Sæmundsson saman við Selmar.
Skúlin vit nú fara at taka í nýtslu, hevur Inga Katrin Winther teknað. Longu tá ið fyrsta uppskotið lá fyri, vistu vit hvat vit skuldu gera, hon rakti plett. Inga Katrin!, spell at vit ikki bygdu 3.byggistig eisini, tað hevði verið ein arkitektonisk perla. Vit eru sera glað fyri títt íkast. Einki er spart, og tú hevur sum so fingið fríar teymar, har bert fermetrarnir hava avmarkað teg. Bygningurin kann eisini kallast fyri tín, hann er títt verk. Tað eru onkur lýtir nú at byrja við, tí alt er ikki liðugt. Men vit eru sera væl nøgd við úrslitið, tú fært 6 stjørnur frá okkum.
Inventartænastan hevur latið alt innbúgvið, sum er flott og sær út at verða haldbart. Tykkum takka við eisini.
Eisini farið eg at takka tykkum hjá Ráð Sp/f, Oyvindur Brimnes og Heina Eysturoy, sum hava staðið fyri byggileiðslu og byggiharraráðgeving. Væl er ráðgivið, og kunnu vit kunngera, at skúlin, við spæliplássið, kostar okkum umleið 52 mió, ið er tann upphæddin býráðið av fyrstan tíð hevur játtað. Tað vil siga, at játtanin hevur hildið. Samlað kostar 1. og 2. byggistig av skúlanum higartil umleið 107 milliónir.
Eisini vil eg takka tykkum sum hava ruddað og gjørt reint aftaná skúlin nú var liðugur. Ein serlig heilsan til tín Leila Haraldsen, tú ert ein sólstrála.
Eisini ynski eg at takka Ottar á Lofti, húsavørðum, skúlaleiðsluni og lærarum fyri gott samarbeiði í byggitíðini, tit hava verið tolin, sera tolin.
Eisini farið at takka øllum tykkum, sum hava sitið í býráðnum øll hesi árini, tit hava øll uttan undantak tikið fult undir við at byggja nýggja skúla. Ein serstøk tøkk fer eisini til bygginevndina Dagbjørn Hansen og Jonhard Selfoss, takk fyri gott samarbeiðið og gott íkast.
Listina hava Jana Jonhardsdóttir og Annika á Lofti gjørt. Jana hevur gjørt verkið á 1.hædd, og alt folio arbeiðið á glas. Annika hevur gjørt listina á 2.hædd.
Grundgevingarnar fyri útvaldu verkini vóru:
Veggjaskulptururin hjá Janu hevur runt, rundað og bogað skap – mildir avrundaðir formar sum kontrasta skapið av rúminum, hurðunum, sofunum osfr. Litirnir eru frá náttúruni rundan um umhvørvið hjá skúlanum, við íblástri frá útsýninum hjá skúlanum, sum er opið hav. Folian á glasinum hevur ein róligan og bleytan form, umframt at tað stendur sum eitt sjálvstøðugt listaverk og í góðum samanspæli við droparnar.
Prismu verkið hjá Anniku hevur ein organiskan form við túsundtals vinklum, ið á ein hátt fungera sum reflekterandi prismur. Tá gingið verður eftir gongini, flytur ljósið, har tað skínur bjartast, seg í tráð við tann, ið flytur seg eftir gongini, eins og vit kenna tað frá at hyggja inn í eitt vátt glitrandi berg við sterkum sólarljósi. Vatndroparnir hava ein runda og bleytan form, eins og vit kenna teir úr náttúruni. Droparnir eru ikki trillrundir, men bera týðiligt brá av at vera á ferð. Tá børnini hyggja eftir dropunum nær, síggja tey seg sjávli í reflektónini, sum ein undrunarverdur spegil.
Góði skúlastjóri, varaskúlastjórar, lærarar, lærarinnu, húsavørðar, vaskifólk, skúlabørn, foreldur og borgarar annars.
Skútan er sjósett, næstu dagarnir fara við at rigga til og fara royndartúr. Mín inniliga heita er á tykkum brúki skúlan og farið væl við honum.
Takk fyri!