Rottukassarnir verða skrásettir talgilt

Rotta

09.09.2020

Vága kommuna er farin undir at skráseta allar rottukassarnar í kommununi í talgilda skipan. Tað liggja nógvir rottukassar útí í økinum, og møguleiki er fyri at allir ikki eru skrásettir í tí gomlu skipanini hjá kommununi. Tí heitir kommunan á allar borgarar, sum vita um rottukassar, vinarliga at siga kommununi frá teimum, so vit fáa vissu fyri at allir rottukassarnir verða skrásettir í nýggju talgildu skipanini.

Boða okkum frá á teldupost vaga@vaga.fo og leggi endiliga eina mynd við so teir eru lættari at finna.