Rundkoyringin í Sandavági verður umvæld

Rundkoyring

13.08.2021

Í longri tíð, hava verið ávísir trupulleikar við rundkoyringini í Sandavági. Tað eru kantsteinar, sum liggja leysir, og sum kunnu skapa vandamiklar støður í nógvu ferðsluni. Í samráð við Landsverk, sum hevur ábyrgd av rundkoyringini og landsvegnum gjøgnum kommununa, hevur Vága kommuna avgjørt sjálv at fara ígongd við at gera ábøtur á rundkoyringina, tí hettar kann ikki bíða longur.

Ferðsluforðingar er settar upp og heitir kommunan á allar bilførarar um at vera ansnir ímeðan arbeitt verður. Forðingarnar koma at vera uppi alt vikuskiftið.