Bjarni Prior, brogarstjóri og Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá ÍSF
29.10.2024
Fyrr í ár fingu øll børn og ung millum 5 og 17 ár í Vága kommunu eitt frítíðarkort. Kortið stuðlar familjunum fíggjarliga, men er eisini ein liður í einum arbeiði at fremja trivnað í kommununi, sum samsvarar við ABC-tankan um at vera virkin, saman og hugbundin.
Endamálið við frítíðarkortinum er at víðka møguleikarnar hjá børnum og ungum til at virka samsvarandi egnum áhugamálum á ítróttar- og frítíðarøkinum. Øll børn og ung í kommununi millum 5 og 17 ár hava fingið ein kreditt á 1.500 krónur um árið, ið kann nýtast til at gjalda fyri limagjøld til ymiskar ítróttargreinar.
Við hesari skipan kunnu børn og ung í stóran mun luttaka í ítróttargreinum uttan at limagjøldini fyri hesi tilboð tyngja familjuna. Skipanin er sostatt ein fíggjarligur stuðul til familjur í Vága kommunu.
Fyri ítróttarfeløgini lættir skipanin munandi um skráseting av limum og ger tað samstundis eisini lættari at innheinta limagjøldini til feløgini.
Fyri at gerast partur av FRIGG, skulu feløgini sum meginreglu lúka nakrar treytir. Millum annað skal ein venjari/lærari vera yvir 18 ár og hava høvuðsábyrgd av tilboðnum, og venjarin skal hava útbúgving – í minsta lagi Venjari 1 hjá Ítróttasambandi Føroyar. Yngri enn 18 ár kunnu vera hjálparvenjarar.
Hjá øllum ítróttarfeløgum er sjálvboðið arbeiði bulurin í felagnum. Flest øll, sum eru rundan um eitt felag, virka sjálvboðin og brúka nógva tíð og orku í at vera um og venja børn og ung. Tí er tað eisini týdningarmikið ikki at seta ov nógv krøv og eyka arbeiðsbyrðu á hesi fólkini.
Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur í nógv ár bjóða eina grundleggjandi venjaraútbúgving. Útbúgvingin hevur verið skipað sum vikuskiftisskeið, har nógvir tímar og dagar hava verið brúktir til at taka hesa útbúgving, men nú hevur ÍSF skipað útbúgvingina av nýggjum.
Tað nýggja í hesi útbúgvingini er, at hon er býtt sundur í tveir partar. Fyrsti partur er E-læring, har luttakarin skal gjøgnum 5 ymisk modul – 4 eru kravd, meðan tað síðsta er valfrítt. Luttakarin skal vænta at brúka millum 5-7 tímar upp á hendan partin. Seinni partur er ein skeiðsdagur upp á 9 undirvísingartímar, har skeiðsluttakarin møtir til gjøgnumgongd av tilfarinum. Her verður arbeitt við bæði teori og praksis.V
Vága kommuna og ÍSF hava avgjørt, at vit saman fara at bjóða skeiðið út til sjálvboðin í feløgunum, sum ynskja at gerast venjarar, og til tey, sum ynskja at víðka um og dagføra teirra venjaraútbúgving. Seinni partur av skeiðinum, har møtast skal upp, verður hildin her vesturi, soleiðis at tað skal vera so ómakaleyst sum gjørligt hjá okkara sjálvbodnu kreftum at taka hesa venjaraútbúgving.
Málið er, at tey, sum virka sum sjálvboðin, fáa bestu amboðini til arbeiðið, tá tey taka sær av børnum og ungum í ítróttarfeløgunum í kommununi, og harvið eisini geva teimum ungu bestu møguleikarnar at vera virkin, saman og hugbundin í góðum og sunnum felagsskapum.
Skeiðið verður ókeypis fyri borgarar í Vága kommunu. Nærri kunning verður send til ítróttarfeløgini um, nær skeiðið byrjar, og tilmelding verður gjørd umvegis feløgini.