27.02.2024
Í dag varð sáttmáli undirskrivaður við CJ Bygg um arbeiði at út- og umbyggja dagstovnin Sóljugarð í Sandavági. Talan er um eina útbygging á uml. 150m2 og umbygging av 80m2. Eftir útbyggingina hevur dagstovnurin fingið eina dagførda vøggustovu, verkstað og nýggj starvsfólkahølir, skrivstovu og fundarhøli.
Arbeiðið bleiv boðið út í høvuðsarbeiðstøku, og var lisitatión á kommunuskrivstovuni 18. januar 2024, har fýra tilboð komu inn. CJ Bygg bjóðaðu sær at gera arbeiði fyri kr. 5.878.614,50.
Í næstum verður uppstartsfundur, og síðan verður gjørt klárt til at fara í gongd. Arbeiði fer eftir ætlan at taka 10 mánaðir.