Skapa framtíðar karmar til vinnuna

Grotbrotid Sandavagur Feb2023 01

Dømi frá tekniskudeild um hvussu Grótbrotið kann skipast.

21.02.2023

Vága kommuna ynskir eitt virkið og fjølbroytt vinnulív í kommununi og liggja bygdirnar minni enn 10 minuttir frá Vága floghavn, og umleið ein hálvan tíma frá høvuðsstaðnum, á góðari staðseting fram við landsvegnum.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at skipa grótbrotið í Sandavági sum vinnuøki, og er áhugin stórur millum vinnurekandi fyri hesum økinum.

Hóskvøldið, í farnu viku, varð skipað fyri einum vinnufundi á býráðsskrivstovuni, har greitt varð frá hvørjir møguleikar eru. Nógv vinnurekandi møttu á fundinum og komu tey eisini við uppskotum til hvussu økið kann skipast.

Nógv pláss er fyri fjølbroyttum virksemi

Grótbrotið, sum er lagt út sum vinnuøki, er á góðar 30.000m2, harav eru áleið 17.000m2 klárir at taka í nýtslu. Bjarni Prior, borgarstjóri víst á fundinum á, at kommunan ynskir at vera ein góður viðleikari um framtíðar karmar fyri vinnuna. Hann vísti á ymiskar møguleikar til nýtslu av økinum í Grótbrotinum, millum annað goymsluøki til maskinur, stoypiformar og annað, og eitt øki til størri bygningar.

Grótbrotið liggur við landsvegin til og frá flogvøllinum, sum kann vera ein stórur sýnisgluggi ið vendir sær út móti ferðsluni, har góður møguleiki er fyri handilshølum og øðrum útatvendum virksemi.

Tekniskudeild hjá kommununi hevur gjørt eitt uppskot til hvussu økið kann skipast, soleiðis sum myndin vísir. Hetta er tó bert eitt uppskot frá kommununi, og tey, ið eru áhugað í einum vinnuøki í grótbrotinum, skulu senda eini boð til Lilju, har greitt verður frá ætlaða virkseminum og hvussu stórt øki tørvur er á, við at skriva til lilja@vaga.fo, innan 27. mars 2023.