Skótalið Mikkjals á Ryggi skipa fyri Grækarismessuhaldi sunnudagin 16. mars

Vaga66

12.03.2025

Í dag, 12. mars er Grækarismessa, har vit fagna og bjóða Tjaldrinum og várinum vælkomið. Grækarismessuhald verður í viðarlundini í Miðvági sunnudagin 16. mars kl. 14.00. Teir skótar, ið vilja verða við í skrúðgonguni, mugu vera í skótahúsinum kl. 13.45, har tey fáa fløgg og stilla upp til skrúðgongu yvir í viðarlundina.

Inga Malena Samuelsen heldur grækarismessurøðu. Aftaná bjóðar Skótalið Mikkjals á Ryggi drekkamunn, og skótarnir fara at hava tombolasølu í bygdarhúsinum.

Skótalið Mikkjals á Ryggi byrjaði sítt virksemi aftur í 2022, og stórur vøkstur hevur verið í talinum av børnum og ungum, sum eru virkin í skótunum. Fyri kommununa er tað gleðiligt, at virksemi aftur er hjá skótalið Mikkjals á Ryggi. Hetta er enn eitt tilboð til børn og ung, sum eisini passar væl til hugsjónina hjá kommununi um at skapa góðar felagsskapir fyri børn og ung. Eisini fylgir hugsjónin handa skótalív átakinum ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum um at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin, sum Vága kommuna er partur av. Skótar seta eisini ein heilt serstakan dám á ymisk tiltøk, so sum flaggdagshaldið og onnur tiltøk, sum kommunan skipar fyri. Skótalið Mikkjals á Ryggi heldur til í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, har nógv børn og ung eru virkin.

Tá skótarnir vórðu spurdir um at skipa fyri Grækarismessuhaldi, vóru tey klár beinanvegin og hava skipa fyri Grækarismessuhaldi síðan.

Um tað ikki viðrar, so verður haldið flutt inn í bygdarhúsið.

Góða Grækarsimessu!