26.03.2021
Annan páskadag, 3. apríl í 1961 gingu næmingar úr Miðvágs skúla og næmingar úr Sandavágs skúla skrúgongu inn á Giljanes, har nýggjur felagsskúli var bygdur. Hetta var fyrsti felagsskúlin í Føroyum.
Tað var á fundi í skúlanum í Sandavági á vári í 1955, har sóknarstýrini, skúlanevndirnar og lærarar í Miðvági og Sandavági samdust um, at fara undir at byggja ein felagsskúla á Giljanesi.
Á Giljanesi vóru 219 næmingar í yngru flokkunum, og 38 næmingar í framhaldsdeildini í tveimum flokkum. Børnini gingu í sama flokki úr báðum bygdunum.
Í dag ganga um 300 børn og ung á Giljanesi og vóru tey samlaði fyrrapartin í dag til eitt føðingardagshald áðrenn tey fóru í páskafrí.
Har var nógv stutligt á skránni, myndatøka, tónleikur, dansur, spøl, umframt kakur og grillaðar pylsur. Fleiri myndir síggjast inni á heimasíðuni hjá JN.fo
Hjartaliga til lukki við 60 ára degnum Skúlin á Giljanesi