18.11.2022
Mikudagin var licitatión á kommunuskrivstovuni í Sandavági. Býráðið hevur boðið út arbeiðið at umvæla og gera broytingar á norðara enda av Nýggjavegi.
Tað komu 4 tilboð inn til licitatiónina.
Grevstur og Planering v/ Eggaba Andreasen Kr. 1.256.970,00
Sp/f Maskingrevstur v/ Allan H. Hansen Kr. 1.263.700,00
Erhard Dam Kr. 1.285.700,00
Sp/f Deskon v/ Dánial Johansen Kr. 2.809.382,40
Umsitingin fer nú at kanna tilboðini og leggja tey fyri býráðið til støðutakan.
Tað gleðir býráðið, at hendan gamla verkætlanin við Nýggjavegi endiliga fer at koma á mál. Væntandi byrjar arbeiðið uppá Nýggjaveg fyrst í komandi ári.