20.11.2024
Nú vit hava liggjandi kavaveður, hevur kommuna gjørt av at steingja keibrekkuna, so børn, ung og barnsligar sálir kunnu hugna sær við at skreiða og spæla í kavanum. Brekkan verður grivin á ein hátt, so síðurnar verða so væl uppfyltar sum til ber, fyri at tryggja hægsta møguliga trygd. Harumframt er gjørdur ein bakki, og dekk eru løgd niðast í brekkuni, fyri at fyribyrgja, at skreiða verður út á vegin, tá ið komið verður oman á keiina. Vegurin eftir keiini verður stongdur við brekkuna, so eingin gjøgnumkoyring verður loyvd hetta tíðarskeiðið. Tó verður staðiliga mælt til, at bæði børn og vaksin vísa serligt ans, meðan skeiðingin fer fram.
Frá kl. 18.00 í kvøld verður brekkan stongd fyri ferðslu so leingi umstøðurnar eru góðar at skreiða har, tó mæla vit til at tað ikki verður skreitt aftaná kl. 21.00. Atkoma til keiina verður á Giljanesi/Hillingartanga og í Miðvági. Á viðfestu myndini eru stongdu økini merkt við reyðum strikum. Mælt verður til at tey sum koma við bilum, parkera niðri á keiini.
Tað kann vera kalt at vera úti í kavanum leingi, og tí fer Virkishúsið við ánna at bjóða kakao og bollar hóskvøldið frá kl. 18.00 til 20.00, hetta verður út frá lítla húsinum sum stendur miðskeiðis í brekkuni. Um viðrar so fer Hans Ravnsfjall at syngja jólasangir frá kl. 19.00.
Um tað viðrar, so endurtaka vit tiltakið við at steingja keibrekkuni, so leingi kavin verður liggjandi.