So vóru brøvini lokað og ávegis í postkassan

Brov

03.05.2024

So vóru brøvini lokað og ávegis

Tá fíggjarætlanin fyri 2024 varð samtykt í býráðnum hin 24. november 2023, varð endaliga staðfest, at kommunan eftir ársskiftið 2024 fór at seta í verk eina skipan undir heitinum Fritíðarkortið FRIGG.

Orðið Frigg hevur sín uppruna í Norrønu gudalæruni. Frigg var gudinna og kona Óðins. Hon var sjálvbjargin og umboðar klókskap, kærleika og tryggleika, sum undirbyggir ynski hjá býráðnum fyri børn og ung í Vága kommunu.

Endamálið við frítíðarkortinum er, at víðka um møguleikarnar hjá børnum og ungum at virka samsvarandi egnum áhugamálum á ítróttar- og frítíðarøkinum.

Í fyrstu atløgu er hetta ein royndarskipan, sum verður eftirmett á heysti 2024 um hvussu hon møguliga skal broytast fyri at virka uppaftur betri frameftir. Í stuttum snýr skipanin seg um, at øll í árunum frá 5 til og við 17 ár fáa ein kreditt á kr. 1.500 krónur um árið, ið kann nýtast til, at gjalda lima- ella luttøkugjald fyri í ítróttar- og frítíðarítriv. Ætlanin er, at styrkja um møguleikan hjá hesum aldursbólkinum at fremja áhugan fyri luttøku í frítíðarvirksemi.

Royndarskipanin, sum er samtykt samsvarandi fíggjarætlan 2024, er galdandi fyri børn og ung sum eru fødd í 2007 til og við 2019.

Við hesari skipan kunnu børn í stóran mun fara til ítróttar- og frítíðarvirksemi, uttan at gjøldini fyri hesi tilboð tyngja húsarhaldini, og er skipanin ein stuðul til familjur í Vága kommunu.

Í næstum fáa børn og ung í Vága kommunu í áðurnevndu aldursbólkum tí sendandi eina innritan til frítíðarkortið Frigg við postinum. Umsitingarliga verður ein serligur nethandil gjørdur, har foreldur/verjar, við at innrita seg, kunnu gjalda fyri lima- og luttøkugjøld í ymiskum virksemi á ítróttar- og frítíðarøkinum.

Menningin av skipanini hevur tikið eitt sindur av tíð, men nú er skipanin klár. Um onkur longu hevur goldið limagjald fyri síni børn, so eigur tað at verða endurgoldið frá felagnum og nýggj skráseting og gjald verður gjørt umvegis frítíðarkortið Frigg.

Tá arbeiðið við frítíðarkortið byrjaði, varð heitt á ungdómsráðið hjá Vága kommunu at kanna tørvin, og komu tey við einum tilmæli um, at børn og ung í kommununi hava tørv á einum frítíðarkorti at brúka til ymisk limagjøld hjá itróttar- og frítíðarfeløgum. Tað finnast uml. 18 ítróttar- og frítíðarítriv í kommununi, og tað kann tí verða sera kostnaðarmikið hjá familjum, um børnini ynskja at ganga til fleiri ymisk ítriv.

- Kortið ferð at hjálpa samfelagnum við nógvum, t.d at hava ein meira sunnan og góðan lívsstíl, og at hava eitt sosialt umhvørvi og ikki minst at hjálpa tilflytarum at føla seg heima og vælkomnan í Vága kommunu, søgdu tey ungu í ungdómsráðnum.

Um fyrispurningar eru til skipanina, ella um onkur kundi hugsað sær at rinda fyri onnur tilboð enn tey, sum eru tøk í skipanini, kunnu boð sendast við telduposti til vaga@vaga.fo. Kunnað verður um á heimasíðuni hjá kommununi, tá tað er klárt at rita inn.

Treytir fyri feløg

Fyri at gerast partur av skipanini, skulu frítíðartilboð sum meginreglu lúka hesar treytir:

  • Eitt felag við viðtøkum og nevnd skal standa fyri tilboðnum
  • Tilboð skulu sum meginregla vera minst 10 samanhangandi vikur
  • Venjari/lærari yvir 18 ár skal hava høvuðsábyrgd av tilboðnum, yngri kunnu vera hjálparvenjarar
  • Venjari skal hava útbúgving - í minsta taka Venjari 1 hjá Ítróttasambandi Føroyar í 2020
  • Felagið hevur ábyrgd av at tryggja, at børn/ung, sum eru meldaði til, luttaka í tilboðnum

 

Managongd

Foreldur/verjar fáa brúkaranavn og loyniorð til hvørt barni. Tey fara inn á heimasíðuna og skráseta síni børn í tey feløgini sum tey ynskja at vera limur í.

Er minni eftir á kortinum enn eitt limagjald kostar, fáa tey møguleika við gjaldskorti at gjalda munin.

Tvær ferðir um árið verður gjørt upp fyri hvørt felag og limagjøldini flutt feløgunum.

Skipanin gevur feløgunum yvirlit yvir hvørjir limir eru í feløgunum við tað tey hava goldið gjøgnum skipanina. Møguligt er javnan at fáa yvirlit yvir dagførdan limalista.