Spakin settur í gamla verkætlan

25.09.2024

Ætlanirnar at samanbinda Ápramsveg við Tvørgarðsgøtu er eftir hondini ein gomul verkætlan. Arbeitt hevur verið við verkætlanini nú aftur í longri tíð, og í mai var licitatión sum fyritøkan Grevstur & Planering vann.

Í gjár varð fyrsti spakin settur í og arbeiðið at binda saman Ápramsveg við Tvørgarð er byrjað. Verkætlanin við eini gøtu frá Tvørgarði og inn í Húsagarð er partur av arbeiðinum sum nú er byrjað.

Verkætlanin við Ápramsvegi er ein 2-1 vegur, sum er uml. 400 metrar langur við eini betongbrúgv tvørtur um Hýsisá. Harumframt verða gjørd nýggj regnvatns inntøk á ovarusíðu og gøtuljós verða somuleiðis sett upp á ovarusíðu. 

Verkætlanin at samanbinda Húsagarð og Tvørgarð við Ápramsveg kemur at kostað 4,9 milliónir. Mett verður at arbeiðið fer at taka uml. 10 mánaðir.