Mynd: Sandavágs kirkja. JN.fo
14.06.2021
Leygardagin 19. juni verður hátíðardagur í Sandavági, tá stóra standmyndin av Seyðamanninum á Sondum verður avdúkað.
Síðan februar 2016 hevur ein arbeiðsbólkur við Dagbjørn Hansen, Sjúrða Poulsen og Sonna Nielsen arbeitt við eini ætlan at reisa eina standmynd av Seyðamanninum á Sondum. Hans Pauli Olsen, myndahøggari varð biðin um at evna standmyndina til, og er verkætlanin væl stuðlað av fyritøkum og einstaklingum úr Vágum, og øðrum fyritøkum í Føroyum. Vága kommuna hevur fyrrreika økið har standmyndin stendur, beint við vøkru Sandvágs kirkju.
Kvæði um Seyðamannin á Sondum er væl kent í Vágum.
Tað vóru vinmenninir Jóannes Michelese í Húsi (1824-1850) og Jógvan Niclasen í Lon (1821-1852), báðir úr Miðvági, sum yrktu kvæðið um seyðamannin á Sondum, eftir søgn sum livað hevur á manna munni í Vágum.
Søgnin sigur:
“Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági áður á sinni, sum er gitin fram um allar seyðamenn í Føroyum. Hann røktaði einsamallur allan Sandavágshagan og átti ein útvaldan hest, reyðan á liti og frálíka dúgligan til at renna. Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla.“
Í samband við avdúkingina verður hátíðarhald í Sandavági, leygardagin 19. juni kl. 16.00. Eftir ráðførslu við koronaráðgevingina, verður mett at tað ráðiligt at halda tiltakið, sum verður uttandurða, við góðum møguleika fyri at halda frástøðu.