Størsta Spæl Føroyskt vikan nakrantíð fer á flog í Vágum!

Mynd Setan

20.02.2025

Mánadagin 24. februar verður árliga Spæl Føroyskt vikan sett í gongd við stórum ókeypis tiltaki í Listastovuni í Miðvági. 

 

Longu nú er greitt, at Spæl Føroyskt, sum seinastu árini hevur verið vikuna undan FMA (Faroese Music Awards), verður størri í vavi enn nakrantíð áður.

Aggrasoppar

Stóra navnið til setanina hesaferð verður Aggrasoppar, sum hevur rættiligan vind í seglunum bæði í Føroyum og á altjóða pallinum. Haraftrat fara næmingar úr skúlanum á Giljanesi at framføra til setanina.

Røður

Tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, sum bjóðar vælkomin, meðan Katrin Petersen, virkandi stjóri í Kringvarpinum, fer at halda røðu. Síðani verður røða hildin av formanninum í Tónleikasambandinum, Dánjali Dam á Neystabø, sum setur Spæl Føroyskt vikuna í gongd!

Tónleikasambandið samskipar

Seinastu trý árini hevur Tónleikasamband Føroya samskipað Spæl Føroyskt í tøttum samstarvi við Kringvarp Føroya, og tað verður formaðurin í Tónleikasambandinum, Dánjal á Neystabø, ið fer at seta Spæl Føroyskt 2025. Í ár er Spæl Føroyskt í viku 9; tað vil siga frá 24. februar fram til 2. mars, og talan er um rúgvu av framførlsum kring alt landið alla vikuna.

Ókeypis

Setanin er sum sagt mánakvøldið 24. februar klokkan 19.30. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Spæl Føroyskt skrá verður at finna á www.musikk.fo hósdag 20.februar, kl.15.00.