15.04.2025
Vegna brot á vatnleiðing verður neyðugt at stongja fyri vatnveitingini til økið við Rygstún. Arbeiðið við at rætta trupulleikan er farið í gongd, og vatnið verður burtur, meðan arbeiðið er í gongd. Vit arbeiða skjótt og miðvíst fyri at fáa leiðingina í lag aftur so skjótt sum gjørligt.
Somuleiðis verður vegurin niðan á Rygg stongdur fyri allari ferðslu, meðan arbeiðið verður framt. Vit heita á bilførarar og onnur ferðandi um at vísa varsemi og fylgja skelting á staðnum.
Vónandi er trupulleikin loystur skjótast gjørligt.