Stórar avbjóðingar við at grava

Kavarudding

20.11.2024

Nógvi kavin sum er komin niður seinastu løtuna og nógva jarðrokið, skapa avbjóðingar fyri kavaruddarunum í kommununi. Sýnið er vánaligt og trupult er at grava, tí verður ein steðgur tikin nú og teir byrja aftur uml. kl. 19 í kvøld, tá tað vónandi er minni ferðsla og betri sýni hjá teimum at grava.

Eins og Løgreglan og Landsverk, mæla vit frá óneyðugari koyring. Tað kann skjótt blíva til at nógvir bilar standa fastir, og gevur hetta óneyðugar og stórar trupulleikar fyri teir sum standa fyri kavaruddingini, at skula fáa bilar leysar aftur, og teir sleppa ikki til soleiðis at teir fáa grivið ordiligt, tí bilar standa í vegin.