23.02.2025
Vatnlekin sum var funnin í Miðvági í dag, og sum kunnað var um fyrr í kvøld, er so stórur og álvarsamur, at hóast nógva regnið í kvøld, minkar vatnið í brunnunum so skjótt, at um 1-2 tímar verða teir tómir.
Tí hava arbeiðsfólk hjá kommununi sett tiltøk í verk og fara undir at umvæla lekan í nátt. Vónin er, at arbeiðið verður liðugt í morginárini. Um tað tó ikki eydnast at gera alt liðugt, ella um eykalutir mangla, verður latið upp fyri vatnveitingini kl. 07:30 á morgni.
Vit kunna aftur um støðuna kl. 07:00 í morgin. Tá verður boðað frá, um neyðugt verður at steingja aftur fyri vatnveitingini kl. 09:00, og hvussu leingi arbeiðið væntast at taka.
Mælt verður til, at borgarar fylgja við á heimasíðuni hjá kommununi fyri at halda seg dagførd um gongdina.