19.10.2023
Kunning frá IRF
Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir.
Fyri at fáa hendan stuðulin er m.a. neyðugt við einari váttan frá IRF um burturbeiningina av oljufýri og ketli. Borgarin skal seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður burturbeind.
Leinki til kunning á irf.fo: https://irf.fo/burturbeining-av-oljufyrsskipan/
Leinki til kunning á Facebook: https://www.facebook.com/photo/?fbid=743627677799406&set=a.371655444996633