Tálga verkætlan - vistfrøðiligt brennievni

Tálg 1

29.09.2020

Á umhvørvisvikuni í juli, kom hugskotið fram um at brúka tálg sum vistfrøðiligt brennievni.

Hugskotið átti Sóley Kerlok, og er hon eisini verkætlanarleiðari á átakinum, í samstarv við kommununa sum letur útgerð og høli. Afturat sær hevur Sóley ein bólk av ágrýtnum borgarum at hjálpa sær við at hagreiða og kóka tálgina um til vistfrøðiligt brennievni, og verkætlanin er komin væl áleiðis. Nú slaktið er í hondum verður mikudagin 30. septembur møguligt at lata tálg til verkætlanina, millum kl. 19.00 og 21.00 í Trolhúsinum á kaiini.

Endamálið er, at fara frá at brúka petroleum til ístaðin at brúka tálg, tá blikk verða tendra á nýggjárinum, sum gamalt var.

Fyri at lætta um móttøkuna hevði verið gott um tálgin kemur í 4 litur frystiposum, sum síðan fer í flamingokassar og verður sett á køl ella fryst inntil klárt er at skera tálgina sundur og kóka hana til vistfrøðiligt brennievni.

Tørvur er eisini á at fáa blikk og bummull klútar, ið verður brúkt sum veikur at tendra í. Tað eru nógv sum longu eru farin at goyma blikk, og eru tey vælkomin at avlevera blikkini í Trolhúsinum mikukvøldið millum kl. 19.00 og 21.00.

Aðrar tíðir ber til, eftir avtalu við Sóley á tlf. 51 98 55, at lata inn tálg, blikk og bummull.

Vælvildin ímillum fólk og frá fyritøkum er stór, men øll hjálp er kærkomin, so tað er bara at boða Sóley Kerlok frá um tit ynskja at vera við í verkætlanini.