13.03.2020
Hóast vit síggja nógv átøk fyri at tálma smittuni av Corona (COVID-19), er tað framvegis fullkomuliga trygt at koma til viðgerð hjá okkum. Vit fylgja til eina og hvørja tíð hægsta aðalkravi um reinføri, umvegis galdandi leiðreglur og normar at fyribyrgja smittu (NIR), soleiðis at tað altíð hevur verið, og framvegis er, trygt hjá sjálvt teimum veikastu at fáa viðgerð á tannlæknastovuni.
Tannlæknastovan er eitt tað reinasta og tryggasta umhvørvi tú finnur, og øll starvsfólkini er væl lærd at tryggja hægsta reinføri og at tálma smittu.
Vit fara niður í ferð
Fyri at verja okkara viðskiftafólk og starvsfólk, og soleiðis vónandi tryggja eina støðuga og góða tænastu framyvir, sum kann verða tøk tá neyðugt er, seta vit hesi fyribils átøk í verk.
Sjúkutekin, so sum febur, hosti ella trupulleikar við andadrátti, eiga at verða tikin í álvara. Tískil skulu tit ringja til okkum á tlf. 33 27 26, og ikki møta upp á tannlæknastovuni.
Uttanlandsferð, er orsøk til ikki at møta á tannlæknastovuni. Ring á tlf. 33 27 26, ella skriva á ts@ts.fo
Reiðan pening, vilja vit helst ikki taka ímóti. Taki gjaldskort við, ella geri avtalu við móttøkuna um gjald.
Ein fylgjari/hjálparfólk, er vælkomin við á tannlæknastovuna, um tað er neyðugt.
Vinfólk og systkin, skulu ikki koma við á tannlæknastovuna, so leingi hesi tilmæli standa við.
Foreldur og verjar, eru vælkomin at skipa seg soleiðis, at bert eitt vaksi fólk fylgir barninum.
Spritt, stendur á fleiri støðum á tannlæknastovuni, og skulu øll vitjandi spritta hendur í móttøkuni, og áðrenn farið verður inn á eina viðgerðarstovu.
Ikki neyðugar viðgerðir, kunnu verða fluttar nakrar vikur fram, alt eftir hvussu stórur tørvur er á bráðfeingis viðgerðum.
Óneyðug ørindi, sum kunnu bíða ella avgreiðast yvir tlf., t-post ella á annan hátt talgilt, eiga at verða avgreidd tann vegin.
Heitt verður á øll um ikki at møta upp á tannlæknastovuni uttan at hetta er avtalað.
Vit fylgja neyvt gongdini við Corona, og fylgja sjálvandi øllum nýggjum tilmælum og leiðreglum frá mynduleikum í samband við Corona virus. Væntast kann tískil at vit dagføra okkara tilmæli og leiðreglar.
Tannlæknastovan í Sandavági
Torkilsvegur 13
FO-360 Sandavágur
Tlf. 33 27 26
ts@ts.fo