15.07.2022
Seinastu tvær vikurnar hava ung, í árgangi 2006, arbeitt sum Ung í arbeiði í Vága kommunu, og hava tey fingið væl burturúr, hóast tað ikki hevur verið sól og summar allar dagarnar.
Í ár vóru tey 16 ung, sum søktu um at vera við í ung í arbeiði og hava tey arbeitt í fýra holdum. Tvær av uppgávunum tey fingu, vóru stórar verkætlanir. Rokna varð við, at tað kom at taka fullar tvær vikur at fremja arbeiðið, men tey ungu hava verið sera ágrýtin og loyst verkætlanirnar væl og innanfyri tíðarætlan.
Tær stóru verkætlanirnar vóru gøturnar í kirkjugarðinum og inn til kirkjuna í Sandavági og at leggja flag á garðin fram við sandinum í Miðvági. Gøturnar í kirkjugarðinum í Sandavági, hava ikki verið tær bestu hjá fólki við barnavogni ella í koyristóli at trilla eftir. Men hesa avbjóðingina hava tey ungu loyst til fulnar. Tey hava beint burtur nógvan skerv úr gøtunum, lagt dúk, sand og tilfar sum er traðka til at vera eitt fast undirlag, og gøturnar eru nú egnaðar til fólk við barnavognum og koyristólum at fara at vitja í kirkjugarðinum og at fara í kirkju.
Í Miðvági, varð fyri nøkrum árum síðan gjørd ein gøta fram við sandinum og garður lagaður, har hava ung í arbeiðið fyrr somuleiðis verið uppi í arbeiðinum. Í ár hava tey ungu so arbeitt við at javna yvirflátuna á garðinum við nevagrót og mold. Tey hava síðan skorið flag, sum tey hava lagt omaná garðin, sum fer at fríðka nógv um tá gingið verður framvið sandinum.
Hini bæði toymini hava mála borð og benkur, og fríðka miðstaðarøkini fyri ókrút.
Tíð hevur eisini verið til at hugna sær eitt sindur. Bólkaleiðarirnir, Kristina og Jóhanna hava grilla teimum burgarar og á seinasta degi fingu tey ís frá Sannu, ímeðan tey hvíldu seg í sólskininum á miðstaðarøkinum í Sandavági.
Vit takka teimum ungu fyri í ár, og hava tey uppiborðið stórt rós fyri teirra arbeiði seinastu 14 dagarnar.