Tíðindaskriv: Heilsufremjandi venjingar

Ellisheim2

30.08.2022

Fimleikurin inni á Sýnini, heilsufremjandi venjingar, fyri borgarar 67 ár og eldri byrjar aftur mánadagin 5. september 2022 kl. 14.00.

Venjing verður tvær ferð um vikuna og venjingartíðirnar vera mánadagar kl. 14.00 til 15.00 og fríggjadagar kl. 11.00 til 12.00. Tað er ikki neyðugt at melda til fimleikin, tú kann bara møta upp.

Bussur koyrir sum vanligt og byrjar at koyra 1 tíma áðrenn. Sørvágur – Bø – Sørvágur – Miðvágur – Sandavágur. Neyðugt er við tilmelding til bussin. Tilmelding til bussin er á tlf. 793200 gerandisdagar millum kl. 9.00 og 15.00.

  • Inngongdin í venjingarhøllini skal nýtast, tá komi verður til fimleik. Tað er inngongdin í vestara enda í kjallaranum á Sýnini.
  • Hendurnar skulu sprittast tá komið verður
  • Tit skulu hava innanduraskógvar við.
  • Man skal sjálv/ur hava vatn við heimanífrá.
  • Vit taka ikki ímóti reiðum peningi, tit fáa eitt skjal at útfylla til fasta bankaflyting. Kostnaðurin fyri venjingar verður:
  • 170,- kr/mdr. fyri 2 ferð um vikuna og 100,- kr/mdr. fyri eina ferð um vikuna.
  • Tað ber eisini til at gjalda fyri ½ ár í einum. 680,- kr. fyri ½ ár at venja 2 ferð um vikuna og 400,- kr. fyri at venja 1 ferð um vikuna.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.

Terapeutarnir Vesturvón