03.11.2021
Hóast korona smittutrýstið er høgt í landinum í løtuni, eru vit í Vága kommunu enn sloppin lutfalsliga væl. Støðan kann tó skjótt broytast, og tí mugu vit øll vísa størsta varsemi. Dagstovnaleiðararnir, saman við umsitingini hjá kommununi, hava tikið avgerð um, at børnini á dagstovnunum bara eru saman stovuvís, tá vit eru innandura. Annars eru øll starvsfólkini tilvitað um, at halda gott reinføri, fyri at verja børnini sum best ímóti, at smittan kann nørast á stovnunum. Hóast vit enn ikki hava merkt nakað til starvsfólkatrot á dagstovnunum, so ynskja vit at binda um heilan fingur. Tí kemur kommunan við hesi áheitan á øll foreldur at børnum í dagstovnum hjá Vága kommunu:
Vága kommuna hevur havt samband við landslæknan og handfer íkomnu støðuna eftir bestu sannføring, og vóna vit, at vit koma so væl ígjøgnum hesa støðuna sum gjørligt. Vága kommuna ynskir at takka foreldrunum og avvarðandi fyri sín lut í, at vit koma smittuni til lívs.
Broytist støðan, og harvið tilmæli, verður kunnað um hetta sum skjótast.
Eru spurningar ella ivamál um støðuna annars, eru foreldur altíð vælkomin at venda sær dagstovnaleiðaran.
Bjarni Prior, borgarstjóri