Tiltak um ADHD í bygdaskúlanum 2. november

ADHD Felag Tiltak

26.10.2022

Oktober er ADHD tilvitanarmánaður!
Í samband við at oktober er ADHD tilvitanarmánaður, verður eitt tiltak mikukvøldið 2. november kl. 19.00 bygdaskúlanum í Miðvági um ADHD, hvussu tað er at liva við ADHD, hvørjar avbjóðingar eru og um hvørja hjálp man kann fáa.
Pætur Nattestad Petersen kemur at siga frá hvussu tað er at hava ADHD, og Malan Mohr, fólkaskúlalærari kemur at tosa um skúla og ADHD. Anne Sophie Nordendal, frá adhd felagnum, bjóðar vælkomin og fer at greiða frá um ADHD vegleiðingina, sum er ókeypis fyri limir í ADHD felagnum.
Nærri kunning um tiltakið her.
Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.
ADHD felagið