17.10.2024
Arbeitt verður av øllum alvi at fáa kvøldskúlaskipanina hjá Vága kommunu upp at koyra. Reglugerðin fyri kvøldskúlaskipanin sum heild er ein ógvuliga stirvin skipan í krøvum til hvør kann leiða arbeiðið og standa fyri kvøldskúlanum. Hetta hevur verið ein avbjóðing í longri tíð. Og skipanin aftanfyri kvøldskúlan hjá Vága kommunu, kalla tað maskinrúmið, hevur somuleiðis verið stirvið og sera tíðarkrevjandi hjá samskiparanum at umsita. Hesi tingini hevur verið arbeitt við seinasta mánaðin at fáa broytt, so vit fáa eina smidliga skipan bæði fyri tey sum skulu tekna seg til ymisku skeiðini og hjá teimum sum skulu umsita skipanina.
Nógvar avtalur eru gjørdar við skeiðshaldarar, gamlar kenningar eins og nýggj, prísir, tíðir og hølir eru komin uppá pláss á fleiri skeiðum, samstundis sum arbeitt verður við at fáa endaligar avtalur uppá pláss við fleiri nýggj skeið.
Vónandi koma vit á mál við nýggju skipanini hesa vikuna, soleiðis at tað verður møguligt hjá okkum at byrja at leggja kvøldskúlaskeið til nøkur av skeiðunum út soleiðis at tilmeldingarnar kunnu fara í gongd, í vikuskiftinum.
Samstundis sum hesi arbeiðir hava verið ígongd, verður eisini arbeitt við einum grafiskum samleika fyri kvøldskúlan, hesin er um at vera klárur eisini. Ein facebook síða er gjørd sum eitur Kvøldskúlin í Vága kommunu, her verður øll kunning løgd út um kvøldskúlan, og so hvørt sum kvøldskúlaskeið eru klár at taka ímóti tilmeldingum, verða tey løgd út á hesa nýggju facebooksíðuna, umframt miðlarnar hjá kommununi.